- Ritan er góð, men tað eru fleiri viðurskifti kring siglingina, ið ikki eru í lagi, sigur Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu.
Saman við borgarstjóranum í Klaksvík, Gunvá við Keldu og øðrum borgarstjórum í Norðoyggjum hevur hon sent eina áhetan á myndugleikarnar um at gera okkurt við hesi viðurskifti.
- Her eru fleiri viðurskifti, ið als ikki eru hóskandi í dag, slær Katrin fast.
Víst verður millum annað á, at atløgubryggjan er ikki forvsarlig at liggja við, og at einki bíðirúm er til tey ferðandi. Tey ynskja haraftrat, at øki við havnalagið verður asfalterað.
Íløgurnar til hesar batar liggja um 3,3 milliónir krónur, og verður vónað, at ein kann gera hetta arbeiðið komandi ár.
(Mynd: Marita Gulklett)