Mugu bara líta á okkum sjálvi

Tað var stúgvandi fult av fólki í Hvalba nú seinnapartin og ynskti teimum báðum nýggju trolarunum vælkomnum Tað var sannur hátíðardámur í Hvalba í dag, tá ið teir báðir nýggju trolararnir, sum eitt felag í Hvalba hevur keypt frá Føroya Banka, komu til bygdina.

Tað var stúgvandi fult av fólki og tók ímóti við røðum, horntónleiki, lúðraljóði frá bátum og bilum og fýrverki, tá ið bátarnir stevndu inn eftir fjørðinum, saman við trolarunum Steintóri og Sjagakletti ið fóru út í fjarðarmunnan at taka ímóti.

- Hvussu hetta fer at roynast, vita vit ikki, men kenni eg manningina rætt, er onki nóg gott uttan at vera bestir, segði Mikkjal Hammer, reiðari, tá ið hann heilsaði bátunum vælkomnum.

Hann helt, at tað var fløvandi at síggja, hvussu stórur áhugi var fyri skipunum.

Og at tað var eitt stórt tiltak, ásannaði hann, serliga nú tað gongur so trekt í fíggjarheiminum.

Men kortini var stórur áhugi í Suðuroy, í Havn og í Skotlandi at stuðla hesi ætlanini og at seta pening í bátarnar og tilsamans eru 60 partaeigarar í felagnum.

Síðani trolararnir vórðu keyptir, hava teir verið í Frederikshavn til umvælingar og klassingar og nú eru teir so komnir til Hvalbiar.

Skipini hava fingið navnið Breiðanes, sum er staðarnavn í Lítlu Dìmun og Hamranes, sum er staðarnavnið í Hvalba, har flakavirkið stendur.

Men bæði nøvnini eru annars gomul og vælkend skipsnøvn í Hvalba og á Tvøroyri.

Mkkjal Hammer metir, at manningin fer at klára uppgávuna til fulnar, hóast partroling ikki er serliga væl kent í Hvalba.

- So fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, segði Mikkjal Hammer.

Skipini fara at mest at fiska upsa, har prísurin ikki er høgur, men kortini hampiligur.

Tey fara at avreiða, har prísurin er best, men bæði flakavirkið í Hvalba og á Tvøroyri hava verið væl kappingarfør seinastu árini, so tað hevur verið neyðugt at avreiða tað stóra uttanlands og tað vónaði hann eisini verður støðan framyvir.

Men ongin fær spátt um framtíðina.

- Vit mugu bara líta á okkum sjálvi og gera okkara besta, segði Mikkjal Hammer

Aðrir røðrarar vóru Niels Olaf Eyvindsson, varaborgarstjóri og Otto West borgarstjóri í Hvalba, Marner Lisberg, nevndarformaður í Delta, sum er ein partur í felagnum, sum eigur trolararnar og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Eftir røður og horntónleik, var móttøka í matarhøllini í flakavirkinum

Sí eisini myndarøð vinstrumegin á Portalinum.