– Tað er ein øgiliga keðilig kensla, vit hava, nú alt er liðugt, tí tað kundu tað sama verið vit, sum vunnu. Vit hava verið fremst í allan vetur, men tað kunnu vit ikki brúka til nakað, tí vit vistu, at finalur skuldu avgera tað, sigur Teitur Joensen hjá KÍF.
– Ímóti endanum á kappingarárinum hava hoyvíkingar havt momentum og spælt øgiliga væl, meðan vit skuldu lyfta okkum uppaftur eftir nakrar dystir, har vit ikki hava havt brúk fyri at gjørt okkara besta. So veit eg ikki, um vit ikki hava klárað at lyft okkum nóg langt upp ella um teir hava tikið seg tað meira fram, men teir standa so eftir við steypinum í dag.
Sjálvt um vónbrotið er har í løtuni beint eftir dystin, heldur Teitur onkran glotta vera:
– Vit hava tapt og eru sjálvandi skuffaðir, men vit kunnu eisini vera stoltir av, at vit hava verið við til at gjørt hondbóltin til eina góða ítróttargrein. Hetta er ótrúliga góð reklama fyri hondbóltin. Vit mugu bara royna at koma aftur og so royna at vinna, um vit aftur koma í eina finalu, sigur hann.
– Fyri okkum er hetta nýtt, tí vit eru ikki eitt vanligt topplið. Men vit hava nógvar ungar spælarar og eg trúgvi, at vit fara at vera í tí stuttliga endanum í nógv ár. Finalurnar bæði í ár og í fjør hava givið okkum nógvar royndir, og tað skulu vit royna at gera okkum dælt av tey komandi árini.