Mugu bíða í fleiri ár afturat eftir nýggjum Hvalbiartunli

Sum politiska kabalin liggur í løtuni, verður tað ikki tey fyrstu nógvu árini, at nýggjur tunnil verður gjørdur ímillum Hvalba og Tvøroyri. Tað ásannaði Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, á fjølmentari kvøldsetu hjá Fólkaflokkinum í Øravík í gjárkvøldið.

Har varð hon biðin um at greiða teimum gott og væl 60 áhoyrarunum frá, nær ætlanin er at gera nýggjan Hvalbiartunnil.

Annika Olsen staðfesti, at nýggjur Hvalbiartunnil er ikki við á útbyggingrætlanini hjá samgonguni fyri tey næstu árini.

Fimm ára ætlanin gongur til 2016 og her er nýggjur Hvalbiartunnil ikki raðfestir.

Landsstýriskvinnan sigur, at stórar íløgur í nýggjan skúladepil í Marknagili í Havn, umframt umfatandi útbyggingar á Landssjúkrahúsinum, eru raðfestar frammaliga hesa tíðina og tað eru fyrst og fremst hesar íløgurnar, sum stjala allan íløgukarmin hjá landinum tey næstu árini.

Hinvegin hevur samgongan tosað um at leggja eina útbyggingarætlan fyri tey næstu árini eftir 2016 og Annika Olsen vónar, at rúm verður fyri nýggjum Hvalbiartunli tá.

Men hon leggur afturat, at enn er skjøtil ikki settur á tað arbeiðið enn.

Sjálv ivast hon ikki í, at tað verður neyðugt at gera nýggjan Hvalbiartunnil í næstu framtíð, tí hann er ikki bara ein stór forðing fyri vinnulívinum, men hann lýkur heldur ikki trygdarkrøvini, sum verða sett tunlar nú á døgum.