Mugu arbeiða við tí mentala

- Eg haldi, at vit hava eitt sterkari lið enn teir, men á tí mentala økinum eru teir helst sterkari enn vit. Hetta sigur Ingi Olsen hjá VÍF, sum vónar, at vestmenningar fara at koppa strandingum í ár

HONDBÓLTUR

VÍF hevur helst saman við Kyndli verið fremsta hondbóltsfelag í føroyskum manshondbólti tey síðstu nógvu árini. Hesi bæði liðini hava í nógv ár kempað um meistaraheitið, men í steypakappingini hevur gingið heldur strilti hjá vestmenningunum. Ikki tí, teir hava mangan verið í finaluni, men her hevur eitt triðja lið, StÍF, stolið myndina tey síðstu árini. Seinastu tvey árini hevur VÍF møtt StÍF í steypafinaluni, men í báðum førunum hava strandingar drigið longra stráðið.
Aftur í ár er VÍF partur av steypafinaluni, og triðja árið á rað er mótstøðuliðið StÍF. VÍF hevur havt eitt sera gott kappingarár í ár, har teir liggja á odda í landskappingini, og tí eru teir helst eisini favorittar undan finaluni í Coca Cola-kappingini. StÍF hevur tó steypasigrarnir undanfarnu árini at vísa á, og tí er spurningurin, um VÍF fer at koppa strandingum hesa ferð.

Sterkari lið enn teir
VÍF hevur verið onkrar av teirra stuðulsleikarum fyri uttan seinastu dystirnar. Fyrr í ár bleiv málmaðurin, Dejan Lacok, skaddur, og hann verður ikki við til dystin. Sterki vongurin, John Zachariassen, hevur heldur ikki verið við síðstu dystirnar, men Ingi Olsen hjá VÍF sigur, at hann helst verður við leygardagin.
- John hevur vant í vikuni, so hann verður við í dystinum leygardagin. Sjálvandi er ilt at meta um, hvussu leingi John klárar at spæla, men hann verður í øllum førum á beinkinum.
Ingi sigur annars, at vestmenningar eru optimistiskir undan dystinum.
- Vit hava góðar vónir til dystin. Eg haldi, at vit hava eitt sterkari lið enn teir, og eg vóni, at hetta fer at tryggja okkum sigurin. Tó skal leggjast afturat, at teir á onkrum økjum eru heldur sterkari enn vit. Kanska serliga á tí mentala, hvat viðvíkur steypakappingini.

Teir hava nakrar stórar styrkir
Ein av leikarunum hjá StÍF hevur verið fram úr góður tey síðstu árini. Rumenski málverjin, Marian Cirloganescu, hevur mangan tikið broddin av mótstøðuliðunum, og Ingi Olsen er eisini greiður yvir, at Marian hevur nógv at siga fyri strandingar.
- StÍF hevur nakrar stórar styrkir á liðnum. Marian í málinum er helst tann størsta av teimum. Vit mugu endiliga ikki skjóta hann heitan, tí er hann fyrst komin í gongd, so kann hann næstan avgera ein dyst einsamallur.
- Ein onnur av styrkjunum er Finnur Hansson. Finnur er ein sera góður spælari, og geva vit honum ov nógv pláss, so er hann ringur at steðga. Harafturat hava strandingar fleiri aðrar góðar leikarar, sum kunnu gera um seg, og m.a. ein Leivur Justinusen hevur víst gott spæl síðstu dystirnar, sigur Ingi Olsen.
At enda sigur Ingi, at rutinan kann gerast avgerandi í einum slíkum dysti, og her heldur hann, at steyparutinan hjá strandingum ger, at teir trúgva sera nógv uppá steypakappingina. Hann sigur seg tó ikki vóna, at hetta fer at avgera dystin til teirra fyrimuns, tí hann heldur, at møguleikin hjá VÍF er veruliga til staðar í ár.