Ríkisleiðararnir í bretska samveldinum samdust á fundi um vikuskiftið at koyra Zimbabwe úr samveldinum.
Tað var bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, sum gekk á odda í stríðnum fyri at koyra Zimbabwe og og landsins umstrídda forseta, Robert Mugabe, út í myrkið. Zimbabwe varð fyribils koyrt úr samveldinum í mars í fjør, eftir at Mugabe gav sær sjálvum sigurin á forsetavalinum, sum altjóða samfelagið sýtti fyri at viðurkenna orsakað av illgruna um umfatandi valsvik.
Suðurafrikanski forsetin, Thabo Mbeki, royndi til tað síðsta at forða samveldinum í at taka limaskapin frá Zimbabwe, men hann slakaði kortini, tá saman um kom.
Tá hetta var greitt, kunngjørdi zimbabwiska stjórnin, at landið fer at taka seg úr samveldinum.