Mugabe til Vatikanið

Tá fyrrverandi pávin Jóhannes Páll II verður lýstur halgimenni á einum hátíðarhaldi í Vatikaninum í morgin, verður zimbabwiski forsetin, Robert Mugabe, millum gestirnar. Við honum eru konan, Grace, og nakrir leiðandi embætismenn, skrivar blaðið The Herald.

Robert Mugabe er katolikkur. Hann var í Vatikaninum í 2005 og fylgdi Jóhannesi Páll páva til gravar, sjálvt um ES hevur sett honum og stjórnarlimum hansara innferðarbann.

Vatikanið er sjálvstøðugur statur, men ikki limur í ES. Kortini noyðist Mugabe ígjøgnum floghavnina í Rom á vegnum.

Tann 87 ára gamli Mugabe er skuldsettur fyri fleiri brot á mannarættindini, síðani hann gjørdist forseti í 1987.