Millum ríkisleiðararnar, sum koma á veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn, er tann umstríddi forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe. Tað váttar zimbabwiska sendistovan í Stockholm fyri Jyllands-Postinum.
ES hevur sett Mugabe og fleiri limum í flokki hansara forboð fyri at koma til samveldið, men kortini hevur tann umstríddi forsetin verið í Bruxelles síðani.
Danmark kann ikki sýta Mugabe innferðarloyvi til veðurlagsráðstevnuna, tí eftir einari áseting hjá ST hava ríkisleiðarar frítt at fara, tá talan er um fundir og onnur tiltøk, sum ST skipar fyri. Robert Mugabe er 85 ára gamal, sigur DR.