Fyrrverandi egyptiski forsetin Hosni Mubarak og teir báðir synirnir verða ákærdir fyri dráp og fyri at hava lagt almennar ognir undir seg. Tíðindastovan Mena skrivar, at Mubarak og synirnir verða ákærdir í sambandi við mótmælistiltøkini fyrr í ár, tá trygdardeildir skutu fleiri fólk. Sambært Mena verða Mubarak og synirnir Alaa og Gamal ákærdir fyri tilætlað morð í sambandi við mótmælisgongurnar.
Hosni Mubarak hevur verið á einum sjúkrahúsi í Sharm el-Sheikh, síðani hann fekk ein hjartatilburð í síðsta mánað. Synirnir eru í einum fongsli í Kairo.










