Eitt blað í Egyptalandi skrivar, at heilsan er av álvara farin at bila hjá fráfarna forsetanum Hosni Mubarak, og at hann hevur sýtt fyri at fara av landinum at fáa viðgerð. Asharq al-Awsat sigur seg hava tíðindini frá keldum í egyptisku herleiðsluni.
-Mubarak vil ikki av landinum. Hann hevur sagt við síni næstu, at hann vil sleppa at doyggja í Egyptalandi, og eg haldi, at tað er bara ein spurningur um tíð, sigur ein hernaðarlig kelda við blaðið.
Keldurnar hjá blaðnum eru kortini ikki samdar, tí ein onnur sigur, at Mubarak hevur tað gott, og at hann situr í Sharm el-Sheikh og tosar í telefon.
Hosni Mubarak hevur av og á verið í Týsklandi og leitað sær læknahjálp.