Egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, kunngjørdi í einari sjónvarpsrøðu í kvøld, at hann letur Omar Suleiman, varaforseta, ávísar partar av forsetaembætinum, soleiðis sum grundlógin fyriskrivar. Við øðrum orðum sigur hann ikki forsetaembætið frá sær, men hann endurtók, at hann stillar ikki uppaftur.
Samstundis boðaði Mubarak frá, at hann hevur sett eina nevnd við dómarum og løgfrøðingum at endurskoða grundlógina, soleiðis at egyptar fáa frítt og frælst val í september.
Harafturat verða nakrar greinar í grundlógini broyttar, neyðrættarstøðan,sum hevur verið galdandi alt forsetaskeiðið hjáMubarak, verður sett úr gildi.
Í røðuni segði Mubarak, at hann var sera harmur um, at mótmælistiltøkini høvdu kostað mannalív, og hann segði, at tey, sum høvdu ábyrgdina av harðskapinum, verða sektað.
Tann stóri spurningurin er nú, um tey mótmælandi eru nøgd við innihaldið í røðuni hjá Hosni Mubarak. Tey hava sagt, at tað er ikki nóg mikið, at forsetin fer frá, men at øll leiðslan skal leggja frá sær.