Mubarak fingið sær njósnara til varaforseta

Almenna egyptiska tíðindastovan Mena skrivar, at Hosni Mubarak, forseti, hevur tilnevnt ovastan fyri fregnartænastuni, Omar Suleiman, til varaforseta. Eygleiðarar vísa á, at Mubarak hevur ikki havt varaforseta, og tí hevur tað verið ógreitt, hvør skuldi taka við eftir hann.

Samstundis vísa eygleiðararnir á, at Mubarak var sjálvur varaforseti, tá hann tók við eftir Anwar Sadat, sum bleiv myrdur í 1981.

Mena skrivar, at Mubarak hevur verið á kreppufundi á forsetaborgini í dag. Fyrrapartin varð stjórnin koyrd til hús, og forsetin skuldi manna eina nýggja í dag.

Samstundis halda mótælisgongurnar fram í Kairo og fleiri øðrum býum. Fólk eru ikki nøgd við, at stjórnin fer frá. Tey vilja eisini hava forsetan frá.