Hosni Mubarak er ikki forseti í Egyptalandi longur. Seinnapartin kunngjørdi hann, at hann letur forsetaembætið frá sær, og at hann hevur latið herinum valdið í landinum. Samstundis er fráboðað, at Omar Suleiman, varaforseti, hevur mannað eitt hernaðarráð, sum skal stýra landinum.
Rómurin var óførur á Tahrir-torginum í Kairo, tá mannamúgvan fekk boðini um, at forsetin er farin frá. Fólk sungu og veitraðu við tí egyptiska flagginum. Eftir mótmæli í 18 dagar fegnaðust fólk um, at tey høvdu noytt landsins leiðara tey seinastu 30 árini at leggja frá sær.
Fyrr í dag frættist, at Mubarak var farin úr Kairo til frítíðarbýin Sharm el-Sheik saman við húski sínum.










