MRCC: Neyðugt at bøta um fleiri viðurskifti

Norsk Veritas er nú liðugt at kanna leiklutin hjá MRCC støðini í sambandi við vanlukkuna, tá ið Jøkulfell gekk burtur fyrr í ár

Sjóbjarging

MRCC støðin tók eina hóskandi avgerð, men tað besta hevði at sent eina tyrlu á vanlukkustaðið skjótari enn tað varð gjørt.
Tað staðfestir Norske Veritas í kanningini, sum tað hevur gjørt um leiklutin hjá MRCC støðini í sambandi við vanlukkuna, tá ið Jøkulfell fekk burtur í ein landnyrðing úr Fugloy 7. februar.
Eftir vanlukkuna varð funnist harðliga at MRCC støðini fyri at hon ikki hevði sent føroysku bjargingartyrluna á staðið, men ístaðin læt hana standa og bíða til yvirlit varð fingið yvir støðuna.
Tí gjørdi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø av at seta eina óhefta kanning í verk av bjargingini og hann bað Norsku ráðgevingarfyritøkuna "Det Norske Veritas" um at gera kanningina.
Frágreiðing varð handað Fiskimálaráðnum fyri einum mánaða síðani og síðani hevur hon verið til ummælis hjá viðkomandi pørtum.
Frágreiðingin staðfestir, at avgerðin hjá Sjóbjargingarstøðini um fyrst at senda sjóverjuskipið, Vædderen, ið lá norðanfyri Føroyar og sum hevði tyrlu umborð, til vanlukkustaðið, samanhildið við at senda føroysku Bell 412 bjargingartyrluna, ið var stødd á flogvøllinum í Vágum, var ein hóskandi avgerð, sigur Fiskimálaráðið í einum tíðindaskrivi.
Det Norske Veritas staðfestir somuleiðis í frágreiðingini, at um fyrimyndarliga varð atborið, kundi bjargingararbeiðið gingið nakað annarleiðis. Eitt nú hevði tað verið hóskandi at sent tyrlu á vanlukkustaðið, skjótari enn tað varð gjørt.

Nógv viðurskifti at bøta um
Samstundis vísir Norsk Veritas á fleiri viðurskifti í sjótilbúgvingini, ið bøtt eigur at verða um.
Hugsað verður bæði um venjingar, mannagongdir , og samskifti.
Fiskimálaráðið tekur frágreiðingina og tilmælini frá Det Norske Veritas til eftirtektar. Stig verða nú tikin til at styrkja um tilbúgvingina og at seta í verk tær ábøtur, sum Det Norske Veritas mælir til í sínari frágreiðing.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur nú heitt á Elmar Højgaard, leiðara á Fiskiveiðieftirlitinum, um saman við virkandi leiðaranum á Sjóbjargingarstøðini, Jóhan Jacob Jakobsen, at taka stig til eitt samstarvsráð, har allir partar, sum vanliga taka lut í sjóbjarging eru umboðaðir.
Samstarvsráðið skal styrkja um samstarvið í tilbúgvingini, tryggja at mannagongdir eru greiðar og at samskiftið er ótarnað. Somuleiðis skal samstarvsráðið ráðgeva landsstýrismanninum um, hvørji átøk eiga at verða framd fyri at styrkja og betra føroysku tilbúgvingina á sjónum.
Fyrsta uppgávan hjá samstarvsráðnum verður at viðgera tilmælini um ábøtur í frágreiðingini frá Det Norske Veritas umframt viðmerkingarnar frá øðrum tilbúgvingarpørtum til hesa frágreiðing.

Leiðarin sagt seg frá
Leiðarin á Sjóbjargingarstøðini, Djóni Weihe, hevur ikki verið til arbeiðis, meðan kanningin hjá Det Norske Veritas varð gjørd. Djóni Weihe, sum skuldi byrja aftur í starvinum nú, hevur søkt um farloyvi. Fiskimálaráðið hevur gingið umbønini á møti.
Djóni Weihe hevur samstundis boðað frá, at hann ikki heldur tað vera mennandi fyri
Sjóbjargingarstøðina, um leiðsluviðurskiftini eru ógreið ta tíð, ið hann hevur farloyvi.
Hann hevur tí boðað frá, at hann ikki ætlar sær aftur í starvið sum leiðari á Sjóbjargingarstøðini tá ið farloyvið endar, so tá ið bygnaðarviðurskiftini á Sjóbjargingarstøðini eru viðgjørd, fer Fiskimálaráðið at søkja eftir nýggjum leiðara.
Fyribilssetti leiðarin á Sjóbjargingarstøðini, Jóhan Jacob Jakobsen, fer at røkja leiðarastarvið á Sjóbjargingarstøðini til nýggjur leiðari er settur.