MR2?arin

Fyrst í apríl kom hesin stásiligi sportsbilurin til Føroyar. Lítið vistu fólk um hendan bilin, tey flest kendu hann kanska ikki. Nú er hann so komin.

Neil Joensen

praktikantur


Hetta man verða ein tann frekasti sportsbilurin í Føroyum. Við sínum 5 geraða, 4 cylindraða, 1,8 VVT-i, 140 Hk centermotori, stendur hann bara klárur at verða útluftaður.

Hesin bilurin líkist meira til rasarasportin, av tí at hann er bakhjulstrektur, hevur centermotor, sum gevur vilinum sama vektfordeiling, sum bilarnir í rasarasportinum, og hjólini er sett ytst út í hjørnini, so at hann tekur svingini sum ein dreymur.

Komin inn í bilin er tað sum um man søkkur niður í setrini, ein lágur bilur. 950 kg væl býtt gevur bilinum eitt upptrekk frá 0-100km/t uppá 8,1sek.

Bíligur er hann ikki, 268.400 kr, men tá ið ein er komin í hann, eru pengarnir tað verdir.

Nógv meira kann ikki sigast um hendan bilin, enn at hann er ein sportsbilur við klassa.