MR - skannarin tikin í nýtslu 1. februar

Tað hevur gingið eftir bókini at sett nýggja MR-skannaran upp á Landssjúkrahúsinum. Í løtuni læra læknar seg at nýta skannaran

Í hesum døgum verður nýggi MR-skannarin, Landssjúkrahúsið hevur fingið til gávus frá Tryggingarfelagnum Føroyar, royndarkoyrdur. Tað hevur gingist eftir bókini at sett skannaran upp, og er ætlanin, at hann alment skal takast í nýtslu fyrsta februar.

Anders Harboe Ree, yvirlækni á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum, fegnast um, at skannarin, ið Landssjúkrahúsið fekk til gávus 17. september í 1998, umsíðir kann verða tikin í nýtslu.

Skannarin var ein gáva í sambandi við, at Tryggingarsambandið hendan dagin varð umskipað til partafelag og fekk heitið Tryggingarfelagið Føroyar.


Drúgv fyrireiking

Hóast Landssjúkrahúsið fekk skannaran sum gávu, hevur tað kostað fitt av peningi at fáa hann inn á røntgendeildina. Talan var nevniliga um eina stóra maskinu, ið skuldi setast upp í einari lítlari deild í einum sjúrkrahúsið við plásstroti. Tí var neyðugt at gera stórar umbyggingar, ið hava tikið drúgva tíð.

MR-skannarin er ein magnetskannari, ið ógvuliga lætt verður órógvaður av megnetfeltum, sum til dømis skipum, ið sigla framvið Landssjúkrahúsinum og bilum, ið koyra omanfyri sjúkrahúsið.

Fyri at sleppa undan órógvanum av slíkum magnetfeltum, hevur verið neyðugt at isolera rúmið, har skannarin stendur á serligan hátt. Hetta hevur eisini tikið tíð somuleiðis, sum tað hevur kostað pening. Men viðmerkjast skal tó, at hetta er gjørt sum liður í ætlaðu umbyggingunum á Landssjúkrahúsinum.


Yvirlæknin var fyrstur

Læknar og onnur starvsfólk á røntgendeildini á Landssjúkrahúsinum hava seinastu dagarnar lært seg at brúka skannaran við at kanna hvønn annan.

Yvirlæknin á deildini, Anders Harboe Ree, sigur, at hann var tann fyrsti í skannaranum. Hann vísir á, at tað ikki er heilt vanligt at royndarkoyra nýggj tól við starvsfólkum, men tá talan er um ein MR-skannara kann hetta gerast, tí tað er púra vandaleyst.

? Tað eru jú einans radiostrálur, ið koma frá einum MR-skannara, og slíkar verða vit bombarderaði við úr himmalrúminum allan dagin, so tað er als ikki siðsemiliga skeivt av okkum at læra okkum at brúka skannaran við at kanna okkum sjálvi, sigur hann.

Anders Harboe Ree greiðir frá, at var talan um aðra útgerð, sum til dømis røntgen, hevði ikki verið borið til at roynt útgerðina á starvsfólkini uttan loyvi frá siðsemisnevndini.

Eftir fyrsta februar, tá MR-skannarin alment verður tikin í nýtslu, verða tað sjúklingar, ið verða kannaðir í skannaranum.