Mpiri á Norðuratlants Bryggjuni í Keypmannahavn

Føroyska kórið Mpiri verður sunnudagin at hoyra á Norðuratlants Bryggjuni í Keypmannahavn. Konsertin byrjar kl. 16.00.

 

Undir heitinum Svøvnur og Dreymar bjóðar føroyska kórið Mpiri til eina várkonsert í hølunum, har framsýningin hjá ungum føroyingum nú er. Samtíðarlistin hjá ungu listafólkunum ber heitið Udvandring.

 

Í samband við hesa konsertina hevur kórið sett fokus á komponistar, sum hava arbeitt við svøvni ella “ikki-vaknum” støðum.

 

Kórið syngur hendan seinnapartin alt frá vøgguvísum til meira andaligar tulkingar av dreyma heiminum. Konsertin verður sunnudagin kl. 16.00 í hølunum á stovuhæddini, og ætlanin er, at konsertin skal renna saman við listini í rúminum.

 

Tú kanst lesa meira um konsertina hjá Mpiri á Facebook síðuni her:

 

www.facebook.com