Klaksvík
Mánadagin komandi letur Sp/f MP-Teknik upp sølubúð í Klaksvík. Sølubúðin er í gomlu kioskini, sum Ann hevði á Klaksvíksvegi 36. Hetta er mitt í býnum, beint sunnanfyri hjá Leivuri urmakara. Í sambandi við upplatingina, skipar Sp/f MP-Teknik fyri móttøku í hølunum, og hendan verður nú sunnudagin frá klokkan 14 og úteftir.
Tað vóru brøðurnir, Malvinus og Petur í Gong, sum byrjaðu fyritøkuna, MP-Teknik. Teir løgdu seg serliga eftir at selja parabol-skipanir og at veita tænastu við umvælingum av sjónvørpum og hvítvørum.
Saman við fýra øðrum, Jonny Mikkelsen, Poul Norðoy, Boga Simonsen og Willa Olsen, hava Malvinus og Petur nú stovnað smápartafelagið, Sp/f MP-Teknik.
Nautisk útgerð
- Vit, sum nú eru eigarar av MP-Teknik, hava gjørt fyritøkuna um til smápartafelag og fara samstundis at leggja okkum eftir eisini at selja nautiska útgerð til skip og bátar, eins og vit fara at veita tænastu kring landið.
Wille Olsen, sum er ein av nýggju eigarunum, sigur, at MP-Teknik framhaldandi fer at veita somu tænastu sum áður.
- Nú fara vit í nógv størri mun at bjóða okkum fram við nautiskari útgerð til skip og bátar, og vit fara eisini at veita tænastu við umvælingum og ráðgeving á økinum. Vit leggja ikki so ógvusliga til brots, men vit hava stórar ambitiónir, viðgongur hann.
Wille vísir á, at teir, sum standa aftanfyri MP-Teknik, hava hollar royndir á sínum øki.
Sjálvur er Wille elektromekanikari umborð á Skálabergi og hevur tískil drúgvar royndir við nautiskari útgerð.
Hann sigur, at av teimum seks, sum nú eiga MP-Teknik, eru bæði elektronikmekanikarar, elektrikari og ein er útbúgvin smiður.
Umframt at hava lítla sølubúð, hevur MP-Teknik eisini verkstað og firmabil, sum fer at koyra út at loysa átrokandi uppgávur hjá viðskiftafólki.
- Í byrjanini fara tveir teknikarar at arbeiða í fyritøkuni fulla tíð, og síðan verður eitt fólk knýtt at handilshølunum, sum í byrjanini verður opið frá klokkan 13 hvønn seinnapart.
Úti á markini
Wille sigur, at ein stórur partur av virkseminum hjá MP-Teknik verður úti á "markini", sum hann tekur til.
- Enn er ikki alt komið upp á pláss, men longu nú eru vit vorðnir autoriseraðir forhandlarar av ymiskum nautiskum tólum, eitt nú tólum hjá Sperry-Marine, sum er ein tann størsti veitarin av radarum í heiminum. Vit eru autoriseraðir forhandlarar hjá C Plath, sum eitt nú framleiða gyrokumpassir, og vit hava eisini fingið JMC, sum eru leverandørar av nautiskari útgerð við eitt nú ekkoloddum og sonar.
Hann sigur, at JMC, sum er japanskt, hvørki er í Føroyum, ei heldur í Danmark frammanundan.
Vørur ávegis
Wille Olsen vísir á, at um einar tvær vikur ella so fær MP-Teknik ymiskar vørur heim, sum viðskiftafólk kunnu síggja í handilshølunum.
- Umframt nautiska útgerð, fara vit eisini at selja Auto-HiFi útgerð, sum eitt nú fevnir um stereoanlegg, dvd-spælarar og sjónvørp, sigur hann.
MP-Teknik ætlar avgjørt at vera kappingarført á marknaðinum, bæði í tænastu, dygd og prísi.
- Vit kenna "bransjuna", og vit eru sannførdir um, at vit kunnu veita skipum, bátum og viðskiftafólki annars eina dygdargóða tænastu við okkara útboði og kunnleika á økinum. Vit byrja ikki við so stórum "seglum", men vit verða sterkir mobilt og vit trúgva upp á hetta, sum vit nú eru farnir undir, sigur Wille Olsen.