Fótbóltslíkindini eru frágera góð í Klaksvík, har Norðoyastevna verður hildin hetta vikuskiftið.
Klokkan 19 verður stóri norðoyastevnufótbóltsdysturin. Hann verður millum KÍ og B36, sum harvið seta hol á 12. umfar í EFFO deildini.
Ferðslan hevur verið stór úr høvuðsstaðnum og norður eftir í allan dag. Nógv B36 viðhaldsfólk eru at síggja á Norðoyastevnu, og hagtølini siga, at tað eiga at vera vánir fyri at hava stig við í viðførinum suður aftur. Tá ið liðini hittust í Klaksvík í triðja umfari var úrslitið 1-1. Ta ferðina legði Lukasz Cieslewicz B36 framum miðskeiðis í 1. hálvleiki. Tað er eingin møguleiki fyri, at Lukasz Cieslewicz verður millum málskjúttarnar í kvøld, tí hann er skaddur.
Allir hinir hjá B36 og allir í KÍ hópinum eru tøkir. Ivaleyst fer B36 at royna at seta heimaliðið undir trýst frá fyrsta bríksli av. KÍ spælararnir hava seinastu vikuna spælt tveir tættar dystir, og tað kann fara at síggjast fram ímóti dystarenda. Sunnudagin endaði tað 1-1 á heimavølli í landskappingini ímóti NSÍ, og mikukvøldið var úrslitið á sama vølli 1-1 ímóti EB/Streymi. Tá var talan um fyrru hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið.