TB-KÍ 4-1 (0-1)
2. deild
KÍ skuldi leygardagin til Tvøroyri at spæla, og í sjálvum sær verður hetta altíð mett sum ein torførur dystur.
Tvørámenn hava kanska ikki somu styrki longur, sum teir onkuntíð hava havt, men heima á Sevmýru eru tó fá lið, sum veruliga fáa gjørt nakað við teir, og soleiðis var eisini hesaferð.
Javnt í fyrra
Ikki tí, talan var sum so ikki um tann stóra leikliga munin millum liðini bæði. Kansak áttu gestirnir enntá meira spæl í fyrra umfarinum, men talan gjørdist so bert um tað eina málið, sum Zoran Mancic setti í málið eftir brotsspark.
Í seinna hálvleiki kom spakuluiga til sjóndar, at tvørámenninir helst eru eitt sindur betri fyri enn klaksvíkingarnir, og spakuliga tóku teir seg longur og longur oman móti KÍ málinum, sum varð vart av John Syderbø, sum noyddist í handskarnar, tí vanligi málverjin, Karstin Joensen, var skaddur.
Tað skuldi tó ein verjuvilla til, áðrenn heimaliðið fekk økt um leiðsluna. KÍ verjan helt ivaleyst, at bólturin var á veg út av baklinjuni. Tað hendi tó ongantíð, og ístaðin kundi Jón Johannesen seta seinasta fótin á.
Klaksvíkingar togaðu seg tó nakað aftur, og teir fingu eisini minkað um munin, tá Erling Fles var fyrstur á einum innleggi, men longur enn tað sama komu teir ikki.
Triðja málið var úrslit av einum heldur løgnum mistakið. Verjuspælari hjá klaksvíkingum var á veg frameftir, tá bólturin brádliga lá eftir, og við einari einsamallari sending varð Dan Mortensen leiktur púra leysur, so hann kundi beina allan iva til viks,. áðrenn Zoran Mancic móti dystarenda kundi staðfesta eftir frísparksinnlegg.
TB-KÍ 4-1 (1-0)
1-0: Zoran Mancic br.
2-0: Jón Johannesen
2-1: Erling Fles
3-1: Dan Mortensen
4-1: Zoran Mancic