Moyr rivjabein

Hóast hann illa fekk spælt fyri pínu, so stríddi Jacob Jónsson seg ígjøgnum allar 60 minuttirnar, og hann átti so sanniliga sín stóra lut í meistaraheitinum

Meistari

Tað var ein púrasta ferdigur Jacob Jónsson, sum vit fingu orðið á í sigursløtuni hjá Kyndli leygardagin.
At kalla allan dystin hevði hann spælt við stórari pínu, tí ein samanbrestu í fyrra hálvleiki hevði kostað honum eitt rivjabein ella tvey, men kortin inoyddi hann seg at spæla.
Og treiskni merkti so eisini, at hann var maðurin, sum við seinastu gjøgnumbrotsroyndini fekk framvtvingað avgerandi brotskasti, men hvat helt Jacob sjálvur um avgerðina hjá dómarunum. Var hon røtt?
- Nú síggi eg sjálvandi ikki støðuna, men eg royndi so av øllum alvi at bróta ígjøgnum. Eg varð tikin í hesi royndini, og so er tað upp til dómararnar at gera av, hvørt talan var um brotskast ella ikki seðgi Jacob Jónsson eftir dystin, sum kanska varð hansara seinasti í fremstu hondbóltsrøðini.
Ein dag sum leygardagin var sjálvandi eingin, sum tosaði um at gevast, men við 40 árum og 25 av hesum í vaksnamannahondbólti, er einki at siga til, um tankarnir skjótt fara at leita tann vegin. Og tað sigst jú, at tú skalt gevast á toppinum.