Fyrradagin gjørdist greitt, at Skottland skal hava nýggjan landsliðsvenjara. Skotska fótbóltssambandið og Gordon Strachan, sum hevði verið venjari síðani 2013, vórðu samd um at gevast við samstarvinum.
Sambært SkySports og veddingarfyritøkum, so er fyrrverandi Everton- og Manchester United-venjarin, David Moyes, besta boðið upp á at gerast nýggjur skotskur landsliðsvenjari. Moyes er sjálvur skoti, og hann sigur, at hann hevði umhugsað eitt møguligt tilboð.
- Eg vænti ikki tað er nakar, sum hevði víst sínum egna landi aftur, men løtan skal vera tann rætta, sigur David Moyes í samrøðu við BBC Radio 5.
- Í løtuni raðfesti eg liðfótbólt hægst, men um Skottland vil tosa við meg, so vil eg fegin lurta. Teir vita hvar eg eri at hitta, sigur hann víðari.
54 ára gamli David Moyes, sum er úr Glasgow í Skottlandi, hevur ikki havt nakað starv síðani hann og Sunderland fóru hvør til sítt í mai. Hann hevur verið venjari í 20 ár, men hevur ongantíð áður roynt seg í landsliðsfótbólti.









