Tað eydnaðist ikki Sunderland at yvirliva í Premier League í ár, og nú hevur venjarin, David Moyes, tikið avleiðingarnar og sagt seg sjálvan úr starvi.
David Moyes tók við starvinum síðsta summar, og setningurin var at sleppa undan niðurflyting. Tað eydnaðist tó ikki, tí Sunderland endaði í ár langt aftast í Premier League.
54 ára gamli skotski venjarin, sum nú aftur má leita sær eftir arbeiði, hevur áður staðið á odda fyri Preston North End, Everton, Manchester United og Real Sociedad.









