Moyes betri hagtøl enn van Gaal

David Moyes gjørdi tað betri eftir 21 umfør í Premier League í fjør - hagtalsliga

Fótbóltshagfrøðingarnir í Onglandi hava nú kunngjørt eina uppgerð, sum vísir úrtøkuna hjá høvuðsvenjaranum hjá Manchester United, Louis van Gaal eftir 21 umfør í Premier League hetta kappingarárið, og úrtøkuna hjá David Moyes, fyrrverandi høvuðsvenjara eftir 21 umfør farna kappingarár.

 

Og eftir 21 umfør í Premier League er vinnarin David Moyes.

 

Soleiðis síggja hagtølini út eftir 21 umfør :

 

David MoyesLouis van Gaal
Mál skotin 3534
Skot uppá mál218199
Sendingar í seinasta triðingi 31833078
Prosentpartur langar sendingar 11,312,9
Sendingar tvørturum vøllin554496
Prosentpartur takklingar vunnar
79,175,7
Fríspørk ímóti228245
Reyð kort13