Hydro Patriot verður 73 metrar langur og 16 metrar breiður, og nýbygningurin fer sambært iLaks at teljast millum heimsins størstu avlúsingarskip í laksavinnuni. Skipið verður útgjørt við nýggjastu tøknini og átta sonevndum "hydroliserlinjum". Umframt at vera eitt avlúsingarskip, fer Hydro Patriot eisini at gera aðrar uppgávur í laksaalingini.
iLaks veit at siga, at skipið í høvuðsheitum fer at arbeiða fyri Mowi Region Nord og Nova Sea. Tað verður Fiskerstrand Verft í Sunnmøre, sum fer at seta instalatiónirnar upp í skipinum, og hetta arbeiði fer sambært sáttmálanum at taka einar 11 vikur.
- Vit vilja leggja stóra orku í at hava rætta kapasitetin til okkara aling. Tað er týdningarmikið við skynsamari og effektivari viðgerð, soleiðis at eftirlitið við lúsini í allari okkara aling verður yvirhildið. Nýggja skipið verður eitt týdningarmikið amboð í hesum arbeiði, og vit síggja fram til, at Hydro Patriot kemur í gongd.
Tað sigur framleiðsluleiðarin í Mowi, Roger Pettersen, í tíðindaskrivi.
Øyvind Nymark hjá Smir Group er eisini nøgdur við avtaluna, sum tey hava gjørt við alifyritøkuna, Mowi.
- Vit hava havt eitt langt og gott samstarv við Mowi. Alifelagið hevur verið okkara samstarvspartur í menningini av hydroliser-skipanini og hava verið avgerandi í tilgongdini. Í 2015 varð prototypan roynd saman við Mowi Nord, og síðan hevur Mowi brúkt skipanina, sum eitt amboð at halda lúsini undir eftirliti, sigur Øyvind Nymark.
##med2##
Hann sigur eisini, at hjá Smir Group eru tey errin av, at Mowi framhaldandi velur at samstarva við fyritøkuna og velur tey sum veitara í einari so stórari verkætlan. - Nú gleða vit okkum til at koma í gongd við verkætlanina, leggur Øyvind Nymark aftrat.