Ein maður í Bretlandi hevur givið hugtakinum Movember ein nýggjan týdning. Hann hevur fingið sær yvirskegg í nakkan.
39 ára gamli David Hawley hevur sum fleiri aðrir menn fingið sær yvirskegg í sambandi við Movember. Men tað er ikki eitt hvørt skegg hann hevur fingið sær.
Tað eydnaðist vinmonnunum at lokka David til at fáa sær eina tattovering í nakkan, so hann kundi fáa sær yvirskegg í báðum endum.
Heldur øðrvísi yvirskeggið hevur skapt stóran áhuga millum fólk, og tað hevur eydnast David og hansara vinmonnum at savna inn yvir 2000 krónur til frama fyri krabbameinssjúklingar.
David Hawley sigur seg verða betri nøgdan við yvirskeggið í nakkanum enn tað, hann hevur undir nøsini.