Fótbóltur
Málið um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen er enn ikki endaliga avgreitt.
Síðani Kappingarnevndin á fundi tann 21. august gjørdi av at flyta spæliloyvið gjøgnum undantaksregluna í grein 17.5 í Kappingarreglunum, hevur KÍ í fleiri umførunum gjørt vart við sína ónøgd um avgerðina. Í fyrsta umfari til Kappingarnevndina sjálva, og síðani í skrivi til Starvsnevndina, sum hartil fekk áheitan frá 12 feløgum um at virða reglurnar fyri flytingargluggan.
Starvsnevndin hjá FSF hevði fund um málið í gjár, og her varð avgjørt, at málið skal viðgerast av nýggjum í Kappingarnevndini.
- Har er ein áheitan komin frá 12 feløgum, og hana hava vit tikið til eftirtektar. Niðurstøðan var tí, at málið er beint aftur í kappingarnevndina, sigur Niklas á Líðarenda, varaforseti hjá FSF.
Um so er, at Kappingarnevndin kemur til ta niðurstøðu, at spæliloyvið ikki skuldi verið flutt, fær hetta tó neyvan ávirkan á dystin millum, B36 og KÍ. Ein dyst, sum B36 vann 3-0.
Grein 14.3 í Kappingarreglunum staðfestir nevnliga, at er spæliloyvið útflýggjað, er spælarin at rokna sum lógligur.
Í viðmerkingunum til greinina verður sagt, at uttan mun til um flytingin hevur verið samsvarandi reglunum ella ikki, er leikarin at meta sum lógligur leikari fyri felagið, tá FSF hevur útskrivað honum loyvisbræv. Og tí kemur neyvan upp á tal, at ein møguliga broytt niðurstøða frá Kappingarnevndini fær nakra sum helst ávirkan á dystin, sum varð spældur tann 23. august.










