Mourits Mohr og Lítli Snar til heiðurs og æru á Sandi

Tað var á einari serligari løtu, at hugskotið at minnast Mourits Mohr, og at Lítli Snar skuldi verða myndevni, birtist

Í dag hevur Sands kommuna sett upp eina minnisplátu yvir skaldið og rithøvundan, Mourits Mohr (1918–1956).  

 

- Ørindið, sum stendur á plátuni, er úr sanginum um Lítla Snar, sum Mourits so meistaraliga yrkti. 

 

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu nú seinnapartin.

 

Minnisplátan stendur sum nærmasti granni hjá Ungmannafelagshúsinum Virkinum - á ásýniligum staði.

 

- Hugskotið at minnast Mourits Mohr, og at Lítli Snar skuldi verða myndevni, kom fram á einari hugnaløtu, sum hjúnini, Jóhanna og Jákup Reinert Hansen bjóðaðu “bindikonunum” til, tá tey fluttu í nýggju húsini.

 

Í Sands kommunu fegnast tey um, at miðbygdin verður fríðkað.

 

##med2##