Mourits Mohr Joensen gevur nýtt lag út leygardagin

Eingin okkara er eins, tó eru vit øll menniskju, ið eru elskaði so ella so, og ikki minst tjúglaði um í okkara reiðri.

Leygardagin gevur Mourits Mohr Joensen út nýtt lag, og er hetta fyrsta lag av trimum, ið eru ætlaði at koma út.

 

Mourits sjálvur sigur soleiðis:

 

Tónleikaútgávan FØLV, eru trý løg, ið eg sjálvur havi skrivað bæði tekst og løg til.

 

Upptøkurnar er gjørdar í upptøkuhølinum Bunkarnum hjá Mikal Blak og Benjamin Petersen, og eru løgini upptikin “live”.

 

Lagið “Litfagrir fuglar”, er fyrsta lagið av trimum, ið kemur út nú leygardagin 12. februar 2022, hini løgini koma seinni í vár.

 

“Litfagrir fuglar”

 

“Litfagrir fuglar”, er ein tekstur eg gjørdi í 2014, seinni sama ár gjørdi eg lagið.

 

Upprunin til tekstin var helst ein ætlan um ein LGBT sang. Tí um hesa tíðina eg skrivaði tekstin, var ágangurin inn á tey samkyndu øgilgur, og er hann tað enn, tíverri.

 

Sum tíðin leið, helt eg at hettar ikki bert er ein LGBT sangur, tí hesin tekstur røkkur til okkum øll. Eingin okkara er eins, tó eru vit øll menniskju, ið eru elskaði so ella so, og ikki minst tjúglaði um í okkara reiðri.

 

Sang: Rókur Jákupsson Jakobsen.

 

Guitarar: Benjamin Petersen

 

Bass: Mikael Blak

 

Trummir: Per Ingavldur Højgaard Petersen

 

Mastra hevur, Infrasonic sound í Nashville.

 

 

 

Jórunn Davidsen, ein av mínum fittu og dugnaligu abbabørnum, hevur myndprýtt permumyndirna til “Litfagrir fuglar”, sigur Moutits Mohr Joensen, ið leggur afturat, at list hjá jorunn_art sæst t.d. á facebook og instagram.

 

https://bfan.link/litfagrir-fuglar er leinki til sangin, ið verður tøkur leygardagin

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

Mourits og Benjamin