Ivi hevur annars verið reistur um hetta, nú Chelsea hevur havt nakað av mótráki í seinastuni, men sjálvur er portugisiski venjarin ikki í iva. – Tað er møguleiki fyri, at eg doyggi í morgin. Eg vóni tað ikki, men tú kanst ikki stýra øllum her á foldum – heldur ikki fótbóltinum. Men eg kann stýrt kenslum mínum, og eg ætli mær at halda sáttmálan, sum eg havi skrivað undir, sigur Mourinho.