Jose Mourinho hevur ongan tíð verið bangin fyri, hvat fólk halda um hansara útsagnir, og nú hevur hann aftur givið bæði enskum og italskum miðlum nakað at skriva um. – Um tú spyrt meg, um eg onkran dag komi aftur til Chelsea, so sigi eg ja, men eg veit ikki nær. Samstundis sigur Mourinho, at tað er einføld frágreiðing til, at Chelsea ikki hevur vunnið so nógv seinastu tvey árini. – Tí eg fór úr felagnum. Saman vunnu vit seks steyp, men seinasta hálvaannað árið hevur felagið ikki vunnið nakað, sigur Mourinho.