Mourinho: Onki fair play!

Jose Mourinho mundi helst vera fegnasti maður á Nou Camp, tá dómarin bríkslaði av fyri seinastu ferð. Vit bara at tapa 1-0, vann Inter Milan samanlagt 3-2 í hálvfinaluni í Champions League.

 

- Eg havi vunnið Champions League, eg havi vunnið UEFA Cup og eg havi vunnið nógvar stórar sigrar, men hetta er tann besti sigurin av øllum. Tað er ringt at spæla við 11 monnum ímóti Barcelona, men at vinna við 10 monnum er søguligt, sigur Jose Mourinho, ið er alt annað enn fegin um mátan sum liðið hjá honum er blivið móttikið í Barcelona.

 

Eftir dystin var eisini ein hending, ið kemur at seta Barcelona í ringt ljós. Meðan Inter Milan spælararnir hugnaðu sær framman fyri viðhaldsfólkinum, setti Barcelona sprinklarnir í gongd, so Inter spælararnir mátti fara av vøllinum.

 

 

- Vit kundi ikki sova í nátt fyri fyrverki og tað tók løgregluni fleiri tímar at koma fram. Skattamynduleikarnir royndi eisini at taka Samuel Eto?o frá okkum, tí teir vildu vera við, at øll skattaviðurskiftini hjá honum ikki vóru í lagi frá tíðini tá hann spældi í Barcelona.

 

Seinasta orðið er helst ikki sagt um henda dystin, men eitt er greitt ? Inter Milan og Jose Mourinho eru í Champions League finaluni 2010!