Mourinho kempar fyri starvinum

Champions League: Manchester United fær spanska vitjan í kvøld

Í kvøld verður fyrra hálva av 2. umfari í bólkaspælinum í Champions League. Tað stendur nógv upp á spæl hjá Manchester feløgunum, har venjarin hjá Manchester United, José Mourinho, tykist hanga í klønum tráði.

 

Ákoyringarnar hava verið nógvar í hesum kappingarárinum. Hóast felagið vann fyrsta dystin í bólkaspælinum, so liggur United nummar 10 í Premier League, og tapti í fyrstu royndini í Liga Cup móti Derby. Fleiri bretskir miðlar halda, at tiltikni venjari er nær við at blíva koyrdur, um ringa gongdin heldur fram. Tí er trýst á at vinna dystin í kvøld móti Valencia.

 

Hartil kann nevnast, at Juventus verður uttan Cristiano Ronaldo í dag. Hann bleiv útvístur, tá Juventus vann á útivølli móti Valencia, men verður tøkur til dystirnar móti Manchester United.

 

Hitt liðið úr Manchester, Manchester City, er eitt sindur kroyst av eini aðrari orsøk. Heldur óvæntað tapti Manchester City í fyrsta umfari fyri franska Lyon á heimavølli. Hóast Pep Guardiola og hansara menn hava allar fortreytir at koma víðari úr bólkinum, so verður tað torførari, um teir standa eftir við ongum í Hoffenheim í dag.

 

2. umfar í Champions League:

Bólkur E:

AEK Athens – Benfica (20.00)

Bayern Munich - Ajax (20.00)

 

Bólkur F:

Hoffenheim - Manchester City (17.55)

Lyon - Shakhtar Donetsk (20.00)

 

Bólkur G:

CSKA Moscow - Real Madrid (20.00)

AS Roma - Viktoria Plzen (20.00)

 

Bólkur H:

Juventus - Young Boys (17:55)

Manchester United – Valencia (20.00)