Venjarin hjá Real Madrid er kláur yvir, at uppgávan í kvøld á útivølli móti Borussia Dortmund verður sera torfør.
Spanska stórfelagið hevur bara eina ferð í 23 royndum síðani 1967 megnað at vunnið á týskari jørð. Tað var í 2000/01, tá Real Madrid vann á Bayern Leverkusen. Jose Mourinho metir tó ikki, at talan er um ein mentalan trupulleika móti júst týskum liðnum, men heldur orsaka av, at týsk lið altíð hava verið góð.
- Eg havi eina ferð spælt við Real Madrid á týskari jørð og tá taptu vit, men tað var tí mótstøðan var góð, ikki tí við hava ein mentalan trupulleika móti týskum liðnum, sigur Jose Mourinho.Hann leggur afturat, at hann hevur stóra virðing fyri týsku mótstøðuni í kvøld.
Fyri Borussia Dortmund kemur tað væl við, at Mario Gotze helst verður tøkur aftur.
Í hinum dystinum í bólki D er Manchester City trýst til at vinna. Teir bara bara fingið eitt stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar.
Champions League dystirnir í kvøld:
Bólkur A:
Dinamo Zagreb - Paris Saint-Germain 19:45
FC Porto - Dynamo Kiev 19:45
Bólkur B:
Arsenal - Schalke 04 19:45
Montpellier Olympiakos 19:45
Bólkur C:
Zenit St Petersburg Anderlecht 17:00
Málaga - AC Milan 19:45
Bólkur D:
Ajax Amsterdam - Manchester City 19:45
Borussia Dortmund - Real Madrid 19:45