Manchester United og Arsenal spældu í dag javnleik 1-1 í Premier League. Manchester United var annars omaná og á odda til fáar minuttir fyri tíð, tá Oliver Giroud javnaði við frálíkum stútara. Eftir dystin var José Mourinho, venjari hjá Manchester United ikki nøgdur við javnleikin.
- Hetta er eitt tap fyri okkum. Um tú spælir ein ringan dyst ella ein javnan dyst móti góðari mótstøðu, so er ein javnleikur ikki ein vánaligt úrsligt. Tá David De Dea er á feriu, meðan Petr Cech hevur fleiri heimsklassa bjargingar, og vit hava fult tamarhald á dystinum, so er hetta eitt tap, sigur José Mourinho við Sky Sports.
Juan Mata legði annars Manchester United á odda í seinna hálvleiki, eftir gott uppspæl í høgru síðu. Manchester United tótkist hava tamarhald á støðuni, men stutt fyri tíð skoraði innskifti Oliver Giroud fyri Arsenal.
Við javnleikinum kemur Arsenal upp á 25 stig, meðan Liverpool er oddalið við 26 stigum. Manchester United hevur 19 stig á sætta plássi.
Premier League í dag:
Manchester United 1 - 1 Arsenal
Crystal Palace - Manchester City
Everton - Swansea City
Southampton - Liverpool
Stoke City - AFC Bournemouth
Sunderland - Hull City
Watford - Leicester City
Tottenham Hotspur - West Ham United