Mourinho gevst í Real Madrid í summar

Sambært enska blaðnum The Daily Mirror, so fer José Mourinho úr starvinum sum venjari hjá Real Madrid komandi summar. Blaðið metir, at José Mourinho fer at venda aftur til Premier League í Onglandi at verða venjari.

 

Ítróttarstjórin, Jorge Valdano og Mourinho sita ikki væl um sátt, tá um spælarakeyp ræður, og tað fer helst at føra við sær, at Mourinho gevst í starvinum komandi summar.

 

Mourinho er sera harmur um, at hann ikki fær loyvið at keypa ein annan spælara fyri

Gonzalo Higuain, sum er skaddur.

 

Mourinho hevur eisini ynskt at sleppa at keypa Fernando Llorente frá Athletic Bilbao, ella Hugo Almeida frá Werder Bremen.

 

Mourinho hevur eisini roynt at yvirtala Ruud van Nistelrooy, sum nú spælir við Hamburg í Týsklandi, om at koma aftur til Real Madrid.

 

Leysasøgur vilja verða við, at bæði Manchester United, Manchester City og Liverpool vilja hava Mourinho, sum venjara.