Mourinho fingið sín mann

Real Madrid hevur leigað Emmanuel Adebayor frá Manchester City tað, ið eftir er av hesum kappingarárinum. Leiguavtalan umfatar eisini, at Real Madrid kann keypa Emmanuel Adebayor tá kappingarárið eri liðugt. Tað verður mett, at tann prísurin liggur um góðar 112 milliónir krónur.

 

Manchester City keypti Emmanuel Adebayor frá Arsenal í 2009 fyri 215 milliónir krónur. Framherjin úr Togo var ein týdningarmikil partur av liðnum fyrsta kappingarárið í Manchester City, men í ár hevur hann bara verið við frá byrjan tvær ferðir í Premier League.