Seinastu dagarnar hava leysasøgur gingið um, at Manchester United-venjarin, José Mourinho, møguliga ætlaði sær at gevast í felagnum aftaná hetta kappingarárið.
José Mourinho er komin hálvan veg av trý ára sáttmálanum við Manchester United, og hann vísir nú aftur, at hann skal vera á veg burtur frá liðnum, sum í løtuni er nummar tvey í Premier League.
- Um tú ætlar at spyrja meg beinleiðis, sum eg vænti at tú ætlar tær, um eg síggi meg sjálvan sum venjara hjá Manchester United næsta ár, so sigi eg, at tað geri eg. Eg fari frá felagnum tá ið felagið vil hava meg at fara, sigur Mourinho sambært BBC.
- Eg havi ongar ætlanir um at fara úr felagnum yvirhøvur. Tað er ætlanin at blíva verandi, at arbeiða og at menna felagið aftur har, sum tað hoyrir heima, sigur hann víðari.
Næsta uppgáva hjá 54 ára gamla José Mourinho og Manchester United verður í annaðkvøld kl.20.00, tá ið tað umræður triðja umfar í FA Cup ímóti Derby.