Tað hevur leingi verið gitt, at succes venjarin í Inter, Jose Mourinho, fer at taka yvir í venjarastarvinum hjá spanska stórfelagnum, Real Madrid.
Og BBC skrivar í dag, at umboðsmaðurin hjá Mourinho, Jorge Mendes, mánadagin hevði ein hálvan annan tíma langan fund við stjóran í Real Madrid, Jorge Valdano, og ítróttarstjóran, Miguel Pardeza.
Sambært BBC skriva tey bæði sponsku ítróttabløðini, AS oh Marca, at Mourinho fer at skriva undir ein fýra ára sáttmála, verdur 8,5 mió pund um árið, men at Inter vil hava 13,7 mió pund í endurgjaldi.
Seinni í gjár segði Sinisa Mihajlovic seg úr starvi sum venjari hjá Catania og roknað verður við, at hann skal taka yvir eftir Mourinho í Inter.
Tíðindini um, at Jose Mourinho verður venjari hjá Real Madrid, hava ? sambært enskum miðlum ? spreitt ræðslu í enskum Premier League feløgunum, tí tey óttast fyri, at Mourinho við einari milliard at keypa inn fyri, fer at lokka leikarar frá teimum. Serliga verður talað um Didier Drogba og Ashley Cole í Chelsea og Fernando Torres og Stevan Gerrard í Liverpool.
At tíðin er hin rætta at skifta hjá Mourinho eru serfrøðingar samdir um, tí eftir at hava vunnið »The Treble« við Inter í ár, kann tað bara ganga niður á bakka.