Mourinho fegnast um sjálvsálit

Inter er ikki til at steðga í italsku fótbóltskappignini. Nú er felagið 10 stig frammanfyri næstu feløgini í deildini, og venjarin fegnast um, at hansara spælarar eru væl fyri. - Úrslitini í januar hava givið okkum stórt sjálvsálit, og vit trúgva upp á okkara egnu evni, sigur Jose Mourinho við Football Italia. Um vikuskiftið vann Inter 3-0 á Cagliari.