Champions League finalan 2010 er av og hon endaði við einum 2-0 sigri til Inter Milan á Bayern Munchen. Inter kom á odda tá tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki. Wesley Snejider spældi Diego Milito leysan, ið var ísakaldur frammanfyri málinum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki økti sami Diego Miltio til 2-0 við einum einmansavrikið.
Tað eru 45 ár síðani at Inter Milan seinast vann Champions League. Teir vunnu tað í 1964 og 1965. Sostatt er hetta triðju ferð at Inter Milan vinnur kappingina fyri meistara lið.
47-ára gamli Jose Mourinho hevur nú vunnið Champios League við bæði Porto í 2004 og nú Inter Milan í 2010.
Bayern Munchen ? Inter Milan(0-1) 0-2
0-1 Diego Milito (34)
0-2 Diego Milito (70)
Inter Milan Champions League vinnari 2010










