Undan Champions League fjórðingsfinaluni í kvøld, hevur Jose Mourinho sagt sína hugsan italskan fótbólt og at hann saknar enskan fótbólt.
- Eg eri altíð erligur tá eg tosi, men sigi eg mina erligu meining um Seriu A, so verið eg leikbannaður. Mín støða er greið, eg eri glaður í Inter, men ikki í italskum fótbólti, sigur Jose Mourinho.
Jose Mourinho hevur fleiri ferðir fingið bæði bót og leikbann frá italska fótbóltssambandinum. Seinast fekk hann tríggjar dystir leikbann, fyri at vísa sína ónøgd við at gera ymisk tekin við hondinum. Inter Milan tapti í vikuskiftinum fyri AS Roma. Eftir dystin noktaði Mourinho at taka lut á tíðindafundinum.
-Ikki at tosa við miðlarnir hjálpir mær, tí nú sleppi eg at sita á útskiftingarbonkinum. Tað er týdningarmikið fyri meg, sigur Mourinho og sipar til eitt av leikbanninum, ið hann fekk fyri at siga for nógv við miðlarnir.
- Eg sakni enskan fótbólt og enskur fótbóltur saknar meg, tað er ongin ivi um tað, men í løtuni hugsi eg bara um Inter, sigur Inter venjarin.
Fleiri miðlar vilja verða við, at Jose Mourinho er á veg til Manchester City ella Liverpool í nærmastu framtíð.
Inter Milan tekur í kvøld ímóti CSKA Moskova í Champions League. Dysturin byrjar kl 19.45.









