Motzfeldt vælnøgdur við Fogh-vitjan

Anders Fogh Rasmussen er sinnaður at viðgera ónøgdina hjá grønlendskum politikarum um Thule-støðina og verjuavtaluna millum USA og Danmark. Trupulleikarnir skulu viðgerast, men avtalan verður kortini ikki broytt, sigur danski forsætisráðharrin.


<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>

Grønlandsvitjan<o:p></o:p>


Eins og tað eydnaðist Fogh at skapa stóra frøði hjá føroyskum politikarum, tá hann vitjaði herfyri, so eydnaðist tað eisini lutvíst hjá honum í Grønlandi.<o:p></o:p>


                      Danski forsætisráðharrin er sinnaður at hyggja at trupulleikunum, sum grønlendarar hava av Thule-støðini og verjuavtalauni frá 1951, sum grønlendska heimastýrið ynskir har piparið grør.<o:p></o:p>


                      Avtalan millum USA og Danmark gevur amerikansku verjuni víðar heimildir í Thule, og hetta eru grønlendskir politikarir sera ónøgdir við. Seinastu árini hevur heimastýrið tí roynt at fáa donsku stjórnina at broyta avtaluna. Higartil hevur hetta verið til fánýtis, men nú er stjórnin fyri fyrstu ferð sinnað at hyggja at trupulleikunum.<o:p></o:p>


                      Hetta kom fram, tá ið nýggi forsætisráðharrin kom til Grønlands mikudagin á eina stutta arbeiðsvitjan. Eftir ein fund við grønlendska landsstýrisformannin, Jonathan Motzfeldt, segði Fogh, at Grønland og Danmark nú í felag skulu viðgera trupulleikarnar.<o:p></o:p>


- Í felag fara vit at gjøgnumganga trupulleikarnar, finna útav, hvørjir teir eru, og finna fram til loysnir á teimum, lovaði Anders Fogh Rasmussen.<o:p></o:p>


                      Jonathan Motzfeldt var vælnøgur við útmeldingina. ? Tað er fyrstu ferð, ein donsk stjórn vil seta seg niður og loysa trupulleikarnar við Thule-støðini. Vit hava stríðst við hesar trupulleikarnar í nógv ár, uttan at nakað er hent. Nú fáa vit endiliga eina tilsøgn frá forsætisráðharranum um eina loysn, segði grønlendski landsstýrisformaðurin.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Avtalan verður ikki broytt<o:p></o:p>


Hóast tilsøgnina um at hyggja at trupulleikunum, so skulu grønlendarar ikki rokna við, at sjálv avtalan við USA verður broytt. So langt vil stjórnin ikki fara. Eru trupulleikar, so skulu teir loysast við ískoytisavtalum millum USA øðrumegin og Grønland/Danmark hinumegin.<o:p></o:p>


- Avtalan frá 1951 er nóg góð sum er, heldur danska stjórnin.<o:p></o:p>


                      Grønlendska landsstýrið hevur umframt trupulleikarnar við Thule-støðini lagt stóran dent á at vera við, har avgerðir viðvíkjandi Grønlandi verða tiknar. Jonathan Motzfeldt hevur eitt nú róð uppundir at sleppa við Fogh til USA seinni í ár at hitta George W. Bush, forseta, um amerikansku verjuna í Grønlandi. <o:p></o:p>


                      Men tað sleppur hann ikki. Anders Fogh Rasmussen sigur, at Thule-støðin ella ætlaði rakettverjuskjøldurin hjá USA ikki verður á dagsskránni, tá ið Fogh og Bush hittast.<o:p></o:p>


- Men stjórnin hevur ta støðu, at í uttanríkis- og trygdarpolitiskum spurningum skal Grønland sita við borðið, tá ið samráðingar viðvíkjandi Grønlandi fara fram, lovaði Fogh.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>


Økt sjálvstýri eisini eitt mál<o:p></o:p>


Eins og í Føroyum var spurningurin um økt sjálvstýri eisini umrøddur á vitjanini í Grønlandi. Forsætisráðharrin segði, at stjórnin er opin fyri øktum sjálvstýri.<o:p></o:p>


- Vit fylgja arbeiðnum í grønlendsku sjálvstýrisnevndini. Vit kenna ikki úrslitið enn, men vit eru til reiðar at samstarva á hesum økinum. Prinsipielt haldi eg, at vit skulu leggja ávirkan og ábyrgd so nær teimum fólkunum, hetta viðvíkur, sum gjørligt, segði Forsætisráðharrin, sum í dag fer aftur til Danmarkar. <o:p></o:p>


                      Ein hampuliga vælnøgdur Jonathan Motzfeldt bjóðaði Anders Fogh Rasmussen aftur til Grønlands á almenna vitjan í august í ár.<o:p></o:p>


 <o:p></o:p>