Í samband við at nýtt landsstýri nú er mannað, bjóðar Løgmansskrivstovan til almenna móttøku í Tinganesi klokkan 16.
Á móttøkuni fara millum Aksel V. Johannesen, løgmaður, og Kaj Leo Holm Johannesen, fyrrverandi løgmaður, at siga nøkur orð.
Høvi verður sjálvandi eisini at heilsa upp á nýggju landsstýrisfólkini Høgna Hoydal, Kristinu Háfoss og Sirið Stenberg fyri Tjóðveldi, Henrik Old, Eyðgunn Samuelsen og Rigmor Arge fyri Javnaðarflokkin og Poul Michelsen fyri Framsókn.