Móttøka fyri Sirið og Eyðgunn

Almannamálaráðið og Heilsu- og Innlendismálaráðið skipa í dag fyri móttøku fyri nýggju landsstýrisfólkunum.

Tá Aksel V. Johannesen týsdagin tilnevndi tey sjey landsstýrisfólkini, ið saman við honum skulu mynda tað útinnandi valdið næstu árini, so vóru fleiri nýggj andlit millum teirra.


Tað vil siga nýggj í tí týdningi, at tey ikki áður hava verið landsstýrisfólk, men einans hava havt sæti á løgtingi. Tey eru Poul Michelsen, Sirið Stenberg, Eyðgunn Samuelsen, Rigmor Dam og Henrik Old.


Fyri tveimum teirra verður í dag skipað fyri felags móttøku í nýggju ráðunum, tá Almannamálaráðið og Heilsu- og Innlendismálaráðið bjóða til móttøku fyri landsstýriskvinnunum í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, og almannamálum, Eyðgunn Samuelsen.


Móttøkan verður í dag klokkan klokkan trý í Almanna- og Heilsumálaráðnum, Eiragarður 2.