– Vit bjóða til eina móttøku, har Visit Norðoy bjóðar nýggja stjóranum, Theresu Turidardóttir Kreutzmann, vælkomnari, skrivar Visit Norðoy.
Móttøkan verður á Biskupstorginum í dag 14. apríl frá klokkan 14 til 17.
– Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa upp á nýggja stjóran og annars njóta eina hugnaliga løtu til lættari ábit og gott prát í Biskupstorginum, skrivar Visti Norðoy.
Nevndarformaðurin í Visit Nordoy, Símun Gullaksen, Karl Johansen, borgarstjóri, og Theresa Turidardóttir Kreutzmann bera fram røður.