Móttøka fyri M/S Martin á Glyvrum í dag

Í dag verður móttøka fyri nýggja tænastuskipinum hjá Bakkafrost, Martin, sum kom til landið mánadagin.

 

Á stóra afturdekkinum á »Martin« er sett upp útgerð at reinsa lús av laksinum við flógvum sjógvi. Útgerðin er liður í okkara átaki at økja orkuna munandi at vaska laksin uttan nýtslu av kemiskum evnum.

 

Bakkafrost hevur gjørt keypsavtalu um enn eitt skip, líknandi »Martin«. Nýggja skipið fær navnið »Róland«, sum var annar bróður Hans á Bakka. Sostatt eru teir tríggir brøðurnir, ið stovnaðu Bakkafrost í 1968, kallaðir upp við hesum trimum stóru tænastuskipunum hjá Bakkafrost.

 

Skipið hevur somu skipan, sum er monterað umborð á "Martin", til at reinsa laks fyri lús. Við hesum skipinum veksur samlaði kapasiteturin hjá Bakkafrost munandi at reinsa fiskin við vatni og uttan at nýta kemisk evnir.

 

»Róland« kemur ætlandi í føroysku skipaskrásetingina longu miðskeiðis í mars. Væntandi verður skipið klárt at fara í vinnu í juni í ár.

 

Móttøkan fyri »Martini« verður í dag klokkan 14 á Glyvrum. Dagurin verður hátíðarhildin við røðum, tónleiki og møguleika at vitja umborð á skipinum.

 

Skráin fyri móttøkuni er:

 

Kl. 14:00 Nes Sóknar Hornorkestur spælir

 

Kl. 14:10 Regin Jacobsen, stjóri, bjóðar vælkomin

 

Kl. 14:15 Poul Michelsen, landsstýrismaður, heldur røðu

 

Kl. 14:25 Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur røðu

 

Kl. 14:35 Terje Vestergaard syngur sangin “Sum áarstreymur”

 

Kl. 14:40 Nes Sóknar Hornorkestur spælir tjóðsangin

 

Kl. 14:45 Opið skip umborð á M/S Martin

 

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja umborð á M/S Martin aftaná móttøkuna á bryggjuni á Glyvrum.