Móttøka fyri ÍSB-íðkarunum

Í kvøld koma tey 18 ítróttafólkini, sum hava kappast á Special Olympics, aftur til Føroya

 

Nú ítróttafólkini koma heim eftir luttøku á Special Olympics World Games í Los Angeles, skipar ISB fyri móttøku. Móttøkan verður á flogvøllinum, eftir at ítróttafólkini eru lend. Tað vil siga á leið klokkan 20.20.

 

Tey 18 ítróttafólkini hava luttikið í boccia, borðtennis, svimjing, fótbólti og frælsum ítrótti. Tey hava vunnið tilsamans 11 heiðursmerki, umframt at fleiri teirra hava sett persónlig met.