Móttøka verður hjá Reyni Service í Hoyvík í dag - fríggjadagin hin 24. januar - í samband við 30 og 40 ára starvsdagar. Móttøkan verður frá klokkan 14 til 16.
Talan er um Hera Guttesen og Heðin Hansen, sum hava arbeitt í fyritøkuni í ávikavist 40 og 30 ár.
Heri Guttesen byrjaði at arbeiða hjá Reyni Service í Rættará í 1974, sum 17 ára gamal. Hann byrjaði á eykalutagoymsluni, og níggju mánaðir seinni fór hann í læru sum bilmekanikari á verkstaðnum.
Eivind av Reyni hevði tá yvirtikið bilasøluna eftir pápan, Sigird av Reyni, sum stovnaði fyritøkuna í 1947 og framvegis var virkin og arbeiddi har.
Heðin Hansen byrjaði eisini sum 17 ára gamal hjá Reyni Service í Hoyvík. Hann fór í læru í juni í 1983 og hevur arbeitt har síðan. Fyrstu árini arbeiddi hann nógv upp á lastbilar.
Reyni Service umboðaðu Leyland og seinni Iveco lastbilar.
Síðan 1995 hevur Heðin verið verkførari á mekaniska verkstaðnum.