"Tað haldi eg, at tit kunnu vera errin av, og Tórshavnar kommuna er sera errin av tykkum," segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, á móttøkuni.
Svimjararnir gera nógv við tað, og summi venja 11 ferðir um vikuna, og onnur nærum líka nógv.
Borgarstjórin vísti á, at skjótt verða umstøðurnar hjá svimjarum uppaftur betri í Tórshavnar kommunu.
"Um nakrar mánaðir er langhylurin í Gundadali liðugur. Tá verða umstøðurnar hjá tykkum tær bestu í landinum. Hetta fer eisini at hava við sær, at tit hava betri fyritreytir til at venja og fyrireika tykkum til altjóða kappingar. Tí í altjóða kappingum hava tit svimjarar altíð verið millum tey bestu umboðini, ið Føroyar hava havt, og tit hava sera góð úrslit at vísa á," segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, millum annað í røðu sínari.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##












